Á Facebook í kvøld kunngerð Norðoya Heimavirki, at tey stongja leygardagin 6. januar kl. 14 og tveir mánaðir fram.
Enamálið við stongja næstu tveir mánaðirnar er, at farast skal undir umvælingar.
Tey á Heimavirkinum siga, at tey vóna at síggja nógv viðskiftafólk hesa seinastu vikuna – og at fólk hjálpa teimum at tøma handilin, og stuðla teirra dugnaligu limum.



