Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimavøllurin einki at siga

Jákup Ósá

KÍ hevur heimavøll og kemur víðari við byrjunarúrslitinum 0-0, men ivasamt er, hvørs heimavøllurin er nakar fyrimunur.

Í altjóða fótbólti hava vit sæð nógv dømir um, at tað er ikki avgerandi at hava betri úrslit í fyrra dystinum av tveimum. Í Champions League er tað í ár ofta liðið, ið hevur verri útgangsstøðið til seinna dystin, sum er komið víðari. Hesaferð hava HB og KÍ spælt 1-1 javnleik í Tórshavn, so KÍ hevur betri útgangsstøðið, tí KÍ klárar seg við 0-0. Men tað er ikki vist, at hetta er nakar fyrimunur.

 

Púra javnt í Klaksvík

Hyggja vit eftir úrslitunum síðstu árini, so stendur HB seg eins væl sum KÍ, tá liðini spæla í Klaksvík. Síðani Mikkjal K. Thomassen bleiv venjari hjá KÍ í 2015 hava liðini spælt sjey dystir móti hvørjum øðrum í Klaksvík. Bæði liðini hava vunnið tríggjar dystir í part, meðan tann eini er endaður við javnleiki.

 

2018: KÍ-HB 0-1

2018: KÍ-HB 1-2

2017: KÍ-HB 0-0

2017: KÍ-HB 1-0

2016: KÍ-HB 1-0

2015: KÍ-HB 1-0

2015: KÍ-HB 0-2

 

Dystir: 7

KÍ vunnið: 3

Javnleikur: 1

HB vunnið: 3

 

Hálvfinalan millum KÍ og HB byrjar mikukvøldið kl. 18.00, og dómari verður Petur Reinert.

Harleywoodpaint