Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimir: Nú er skjótt klárt at fara at styrkja um HB hópin

Jákup Ósá

Íslendski HB venjarin hevur greinað hópin seinastu tíðina.

Nýggi íslendski venjarin hevur brúkt seinastu tíðina til at greina sín hóp.

Heimir Guðjónsson hevur staðið á odda fyri mest vinnandi liðnum í Íslandi seinastu 10 árini. Nú skal hann royna seg í HB, sum er mest vinnandi felagið í Føroyum. Við heimasíðuna fotbolti.net sigur Heimir, at hann hevur brúkt seinastu vikurnar til at greina hópin.

– Vit hava vant í eina tíð, men regluligu venjingarnar úti á vøllinum byrja 8. januar. Vit hava greinað hópin og ein kann síggja, at ein trupulleiki seinasta ár var, at tað ikki eydnaðist at fáa nokk av stigum móti botnliðunum. Vit ætla at styrkja liðið við trimum leikarum. Ein miðverja, ein sentralan miðvallarleikara og ein vong. Felagið er uppsett uppá at gera tað betri enn seinasta ár og leikararnir venja soleiðis, at møguligt er at stríðast um steyp, sigur Heimir.

 

Hann sigur, at nýggju leikararnir helst vera kunngjørdir í januar.