Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heimsumfatandi átak hjá Jehova vitnum

Tíðindaskriv

Í november 2020 fara Jehova vitni um allan heimin at býta út blaðið Vagttårnet, sum viðger spurningin „Hvat er Guds ríki?“ Upp gjøgnum tíðina hava fólk úr nógvum ymiskum trúarbólkum hugsað um henda spurningin. Jehova vitni fara at býta blaðið út til almenningin, fyritøkueigarar, og eisini lokalar og nationalar myndugleikapersónar. Átakið fer fram í samsvari við almennu tilmælini frá lokalu heilsumyndugleikunum. Hetta kann bera í sær, at vit seta okkum í samband við fólk elektroniskt og eisini senda teimum blaðið elektroniskt.

Nógv biðja um, at Guds ríki skal koma. Men kanska ivast tey í, hvat tað er fyri eitt ríki, nær tað kemur, og hvat tað fer at gera. Hetta blaðið vísir, hvussu mann kann finna svarini í Bíbliuni. Vit eru vís í, at tað, sum Bíblian lovar um Guds ríki, fer at geva lesarum troyst og vón um ein heim uttan sorg og pínu.

Ein elektronisk útgáva er tøk á 369 málum á almennu heimasíðuni hjá Jehova vitnum, jw.org. (Hygg undir BIBLIOTEK > BLADE.) Tað ber eisini til at finna upplýsingar um Guds ríki á jw.org/fo.