Heini, Markus, Rógvi og Tóki dáma væl at sveisa
Í Klaksvíkar Sleipistøð starvast umleið 80 fólk. Sleipistøðin hevur verið til síðani 1928, og í juni 2011 yvirtók Frimodt Rasmussen, Klaksvíkar Sleipistøð, sum í dag er stjóri. Í 2017 yvirtók Klaksvíkar Sleipistøð, elektomekaniska verkstaðin Johs.Elektro.
Heini, Markus, Rógvi og Tóki eru farnir í starvsvenjing í Klaksvíkar Sleipistøð. Teir hava valt at fara her í starvsvenjing, tí at teir hildu, at tað ljóðaði spennandi og áhugavert. Teir fortaldu, at teir altíð hava verið áhugaðir í at fáast við bátar og at sveisa.
Heini, Markus, Rógvi og Tóki fortaldu, at teir høvdu væl tíma at lært her, og fari víðari í maskinmeistaraskúla.
Á Klaksvíkar Sleipistøð trívast teir væl, og starvsfólkini eru fitt og blíð.



















