Norska ”Fiskebåt” hevur við 4 øðrum norskum felagsskapum sent føroysku skattamyndugleikunum bræv við áheitan um at broyta uppskotið um ”Skattesjokk for færøyske fiskere”, sum teir rópa tað. Teir mótmæla, at føroyskir fiskimenn fáa eina grefliga skattahækking, tí tað fer eisini at ávirka í Noregi, sigur Fiskebåt. Tey ivast eisini í, um tað kann vera brot á norðurlendsku skattaavtaluna og hava biðið norskar myndugleikar um at kanna tað
Fiskebåt sigur, at skattahækkingarnar kunnu fáa sera stórar avleiðingar fyri føroysk starvsfólk, sum starvast í Noregi, sigur felagsskapurin í einum tíðindaskrivi. Tey føra fram, at tað ikki bert eru føroysk sjófólk, ið verða rakt. Nógv føroysk starvsfólk arbeiða í Noregi, so ætlanin hjá føroysku myndugleikunum fer eisini at fáa avleiðingar fyri norsk reiðarí, verður sagt.
– ”Tey leggja upp til í minsta lagi 35% í skatti, avmarkaðar møguleikar fyri frádráttum og broytingar í sosialum veitingum. Eisini er vandi fyri dupultskatting. Hetta fer at gera, at tað verður minni lokkandi at starvast umborð á norskum skipum”, skrivar Fiskebåt.
Tey í Fiskebåt stúra fyri fylgjunum av hesum broytingunum, og tí hava Fiskebåt, Kystrederiene, Norsk Sjømannforbund, Norsk Sjøoffiserforbund og Det Norske Maskinistforbund givið til kennar, at tey stúra fyri avleiðingunum av nýggju skattareglunum.
Fiskebåt og hinir felagsskapirnir hava eisini biðið norsku myndugleikarnar um at kanna, um ætlanin hjá føroysku samgonguni kann vera brot á norðurlendsku skattaavtaluna.
Greinin á norskum kann lesast her: https://www.kystogfjord.no/nyheter/i/63yp1o/skattesjokk-for-faeroeyske-fiskere




