Nú streymurin harðnaði, royndist lakari hjá størru útróðrarbátunum í morgun. Líðhamar hevði 6.800 pund, Norðsøki 6.600 pund og Brandur 5.000 pund, so ongin orsøk er tó at lata illa at. Komandi dagarnar verður helst ikki nógvur útróður, tí tað fer at reka hart restina av vikuni.





