Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Helst aftur í vinnu í komandi viku

Oliver Joensen

Í morgun vitjaði Norðlýsið umborð á Norðborg, ið hevur ligið við bryggju í Ánunum síðani um 20 juni orsakað av at høvuðsmaskinan fekk ein so stóran skaða, at neyðugt var við nýggjum blokki til motorin.

Tað eydnaðist at finna ein nýggjan motorblokk av sama slagi, sum stóð í Norðborg. Hesin bleiv keyptur úr USA og eftir at blokkurin var farin úr USA 18. juli, varð hann settur umborð á skipið 4. august.

Alla tíðina, frá tí at nýggjur blokkur var keyptur og til í dag, hevur verið arbeitt við kraft umborð á Norðborg. Alt skuldi takast av gamla blokkinum, og síðani skuldi alt aftur monterast á nýggja blokkin.

Tað er hetta monteringsarbeiðið, ið nú er um at vera liðugt. Her hava verið fólk frá nógvum ymiskum vinnufyritøkum í arbeiði. Og tá eg var umborð í morgun, sá út, sum tað ofta sær út tá skip liggja við mongeringsbryggju, nógv fólk, ein rúgva av ymiskum motorlutum, oljum, vaskievni, twistum og ikki minst oljutir handverkarar og arbeiðismenn, summir við telefon í hondini, aðrir við brillunum uppi á pannuni. Jú, tú kendi, at her var spenningur í luftini, nú tað nærkast at menn fara at royna arbeiðið, teir hava gjørt í skjótt tríggjar mánaðir.

Skiparin, Jón Rasmussen, sum altíð er róðligur og lítillátin, men avgjørdur sigur, at gongst eftir vild, so er ætlanin at motorurin skal setast í gongd sunnudagin. Gongur tað sum vit rokna við, so fer skipið tekniskan royndartúr mánadagin. Tá rokna vit við at alt er sum tað skal og so fara vit til Íslands á sildaveiðu við eysturlandið, sigur Jón Rasmussen í stuttari viðmerking. – Skrivað nú ikki ov nógv, leggur hann afturat við einum smíli.