Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hemari á Sjómannadegnum leygardagin

Oliver Joensen

Føroya Sjómannadagur fer at vísa ein hemara og ein sera stóran tunfisk. Hesir fiskarnir eru ikki livandi, men frystir og fara at liggja í einum kari við ísi, so væl fer at bera til at hyggja nærri eftir hesum báðum fiskunum.

Hemari er eitt slag av hávi. Hann ferðast víða um heim, Báðumegin Norðuratlantshavinum sæst hann. Úr Barentshavinum suður til Vesturafrika. Í Norðsjónum og Miðjarðarhavinum. Undir Grønlandi, Íslandi, Føroyum og runt Bretsku Oyggjarnar. Frá Nýfundlandi til New Jersey. Eisini á syðru hálvu, frá Kili, Argentina, Suðurafrika til Avstralia og Nýsælands. Hann er bæði inni við land og á víðum havi, verður sagt í bókini Fiskar Undir Føroyum.

Hesin hemarin, sum Jákup B fekk á línuni, var tá staddur millum Sandoyarbankan og Suðuroyarbankan. John Kári Jacobsen sigur, at teir fingu tríggjar hemarar handan túrin. “Tað hevur ikki verið vanligt hjá okkum at fáa hemara hesa tíðina, teir plaga at vera vanligari longur út á heystið”, segði skiparin á Jákupi B.