Alla mína tíð sum politikari hava ábyrgd og skyldur fylgst at, men soleiðis er ikki longur, sigur Henrik Old í viðtalu við Norðlýsið
Fyri løtu síðani boðaði Henrik Old frá at hann tók seg aftur sum landsstýrismaður. Norðlýsið hevur fingið fatur á nú fyrrverandi landsstýrismanninum í Samferðslumanninum.
Alla mína tíð sum politikari hava ábyrgd og skyldur fylgst at, men soleiðis er ikki longur. Tá onnur skulu bestemma hvat hendur á mínum øki, so eri eg ikki við meir, sigur Henrik Old í viðtalu við Norðlýsið.
– Eg taki sæti aftur í løgtinginum, nú eg eri farin frá sum landsstýrismaður, sigur Henrik Old.
Hetta merkir at Djóni Nolsøe Joensen rýkur úr løgtinginum.
Norðlýsið spyr Henrik Old hvussu løgmaður tók boðini í morgun.
– Nei, hann bleiv bedrøvaður tá eg segði tað við hann, sigur Henrik Old.



