Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hentar og hondgjørdar jólagávur í Klaksvík

Gloym meg ei

Í morgin verður ein góður møguleiki at keypa góðar hondgjørdar jólagávur í Klaksvík.

Mikudagin 20. november frá kl. 14 hava vit í ”Gloym meg ei” nevniliga árligu jólasøluna í hølum okkara á Klaksvíksvegi 57.

Her ber til at keypa ein hóp av handgjørdum jólagávum – so sum:  jólaprýði, jólakort, smúkkur, teppi, lappar og mangt annað.
Eitt tombola er sjálvandi eisini á skránni.

Afturvið øllum hesum fæst eisini ein drekkamunnur við nýbakaðum vaflum afturvið.

 

Jólasølan mikudagin 20. november byrjar klokkan 14 og endar klokkan 18.