Sathúsið á Stongunum í Klaksvík var avgjørt ikki nakar vakur bygningur, men hann gjørdi nyttu nøkur av árunum, til hann varð rivin niður miðskeiðis í 1980 árunum.
Upprunaliga bygdi Jens Klæmint Isaksen Salthúsið úr betongi við fløtum taki, men bygningurin varð ongantíð heilt liðugur. Seinni leigaði Kjølbro fyritøkan húsið til saltgoymslu, og einaferð í 1950-unum yvirtók kommunan bygningin frá Jens Klæmint.
Óli Jákup Dragaberg eigur myndina.




