Komandi vikurnar fara Herborg Torkilsdóttir, Evi Tausen og Rakul Petersen á eina mini konsertferð í Føroyum.
Herborg og Evi hava áður sungið saman til einstøk tiltøk og eru rættiliga samdar um, hvat fyri tónleikur liggur teimum á hjarta. Tær skulu báðar spæla á Føroya Festivalinum í Esbjerg, sum verður vikuskifti 3.-4.sept.
Evi verður og vitjar í Føroyum í nakrar vikur í septembur, so tær báðar hildu, at tað var eitt upplagt høvi, at syngja eitt sindur saman.
Tær fara at syngja egin løg og kend coverløg- ein góður blandingur av country og folk tónleiki. Rakul spælir guitar og syngur kór.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo
Avmarkað nøgd til øll tiltøkini.
25.sept. kl. 20.00: Gamla Seglhúsið í Klaksvík
https://www.atgongumerki.fo/1302124/konsert-a-seglhusinum-i-klaksvik




