Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hervør næstforkvinna í Tjóðveldi

Tjóðveldi

Hervør Pálsdóttir bleiv á tingbólkafundi í gjár vald til virkandi næstforkvinnu í Tjóðveldi, nú Sirið Stenberg umboðar flokkin í landsstýrinum.

Sambært reglum floksins kunnu formaður og næstforkvinna floksins ikki sita í landsstýri í senn. Tá gerst umboðið fyri tingbólkin í aðalstjórnini virkandi næstforfólk.

 

“Eg gleðist um at vit sleppa til verka. Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn.” sigur Hervør Pálsdóttir.

 

Umframt at vera næstforkvinna, er Hervør eisini forkvinna hjá Tjóðveldi á Løgtingi – sokallað tingbólkaforkvinna. Vit ynskja henni hepna hond og góðan arbeiðshug.

 

Tjóðveldi