Føroysku spælararnir hava havt seinasta fundin undan dystinum ímóti Rumenia, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivur verða, ið Lars Olsen, venjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á føroyska miðvøllinum verða Gilli Rólantsson, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen. Framrættaðir miðvallarar verða Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð, og framherji verður Klæmint Olsen.
Á bonkinum verða Teitur Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Árni Frederiksberg, Adrian Justinussen, Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson.
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Rumenia verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00.




