Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesir stýra nú Effohópinum

Jákup Ósá

Á aðalfundinum hjá KÍ mánakvøldið bleiv ein nevnd valt til at taka sær av besta mans liðinum felagsins.

Á aðalfundinum hjá KÍ mánakvøldið bleiv ein nevnd valt til at taka sær av besta mans liðinum felagsins.

 

Nevndin, sum vit í fyrstu atløgu kalla Effonevndin, er partur av nýggju bygnaðar broytingunum, ið ger at hendan nevndin yvirtekur allar skyldur hjá Sp/f KÍ og hevur júst somu uppgávur. Nýggju viðtøkurnar siga, at formaðurin í KÍ altíð er formaður í hesi nevndini, meðan hini báðir nevndar limirnir kunnu veljast á aðalfundinum. Tað merkti, at tað longu áðrenn aðalfundin var greitt, at Tummas Lervig fór at vera formaður í hesi nevndini. Nevndin í Sp/f KÍ, ið telur Magnus Arge og Karl Marius Poulsen afturat Tummas Lervig, stillaði uppaftur. Á fundinum stillaði ein av fundar luttakarunum Eyðun Thorgeirsson upp og so bleiv val um, hvørjir tveir av hesum trimum skuldu inn. Har gjørdist úrslitið, at Eyðun Thorgeirsson og Karl Marius Poulsen komin inn í nevndina, meðan Magnus Arge gjørdist varða nevndarlimur.

 

Royndirnar

Nýggja nevndin er ógvuliga fjølbroytt, har bæði nevndar royndir, leikara royndir og venjara royndir skuldi fingið alt at gingið upp í eina hægri eind. Tummas Lervig hevur flestar royndir frá nevndar arbeiði av teimum í nýggju Effopnevndini. Í nevndini hevur Karl Marius Poulsen nógvar royndir sum leikari í bestu deildini og eisini var hann hjálparvenjari síðsta ár hjá Effoliðinum hjá KÍ, meðan Eyðun Thorgeirsson serliga er kendur frá venjara yrkinum, har hann í 2010 vann steypakappingina hjá U16 og í 2012 vann FM hjá U18 sum venjari, umframt at hann í fleiri ár var formaður í Bláu Bylgjuni. Sostatt skuldi nevndin verið væl fyri til at tikið fótbóltsligu avgerðirnar hjá Effohópinum framyvir.

 

Á fundinum gjørdist eisini greitt, at Tummas Lervig hevði ætlanir um at leggja uppskot fram um, at Jóhann Lutzen skuldi gerast dagligur leiðari hjá KÍ og sum eitt millumlið millum nevndina og hópin, ið skuldi útføra ætlanirnar hjá hesi nýggju nevndini. Jóhann takkaði annars fyri seg á hesum fundinum sum nevndarlimur í KÍ starvsnevndini síðani 2007. Hann segði nøkur orð og var glaður fyri tíðina í felagnum. Men hann verður so í øllum førum knýttur at Effonevndini fram til kappingalok.