Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta ætlar Tjóðveldi

Jóhann Lützen

 

Tjóðveldi fer til val uppá valskránna “Altíð til arbeiðis fyri Føroyar” og stilla tilsamans 13 valevni upp. Valskráin er býtt upp í 6 punkt, har Tjóðveldi sigur seg vilja vera vaktarhund, tá føroysk mál verða umsitin, sum vóru tey donsk; at tey fara at blanda seg, tá Føroyar verða viðgjørdar sum danskar oyggjar; vilja tryggja rættindi hjá lesandi og pensionistum, at tey vilja fyrireika yvirtøku av loftrúmi, løgreglu og dómsvaldi; varpa ljós á tjóðskaparmál, og at enda, at verður Tjóðveldi tungan á vágskálini, so verður kravið til komandi stjórnina, at hon skal viðurkenna Føroyar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti.

Flokkurin skrivar í tíðindaskrivi, at “Vit liva í tíðum, har fólkaræðið er undir stórum trýsti um allan heim. Eisini hjá okkum”, og nevna sum dømi hernaðarradaran, ið verður settur upp nú, at herskip og kavbátar síggjast á okkara leiðum, og siga at Danmark hevur de facto yvirtikið málsøki sum telesamskifti, fiskivinnu, handil og mentan, og at Danmark bert kallar tað fyri trygdarmál fyri at kunna hava ræði á teimum.

Eisini skrivar flokkurin, at tey ætla sær at blanda seg í øll mál, ið viðvíkja Føroyum, og nevna ítøkiliga nýggja fongslið, rættarskipanina, løgregluna, uttanríkismál, verjumál og ES-mál. Her leggur Tjóðveldi núverandi fólkatingslimirnar, Sjúrð Skaale og Edmund Joensen, undir at siga lítið og onki, men í staðin um at biðja um pengar til ítrótt og mentan.

Síðani ætlar Tjóðveldi sær at hjálpa einstaklingum og bólkum, ið koma í klemmu millum londini bæði, Føroyar og Danmark. Her ætlar flokkurin at líkastilla allar norðurlendingar, og nevna sum dømi pensiónir, barsilsrættindi og fyritíðarpensiónir. Meira ítøkiliga lova tey eisini at útvega føroyskan sálarfrøðing til tey, “ið tørva tað í Danmark”, sum flokkurin orðar tað.

Fólkatingslimurin hjá Tjóðveldi, skuldi Tjóðveldi vunnið annan sessin, fer eisini at arbeiða fyri at yvirtaka tey málsøkini, ið eru donsk í dag, nevniliga løgreglu, loftrúm og rættarskipan (sjóverja verður ikki nevnd), og flokkurin ætlar at brúka tey amboðini, sum flokkurin hevur, til upplýsing. Eitt nú skulu hagtøl og upplýsingar útvegast og samrøður havast við útisetar úr Føroyum.

Til endans verður endurtikið, at Tjóðveldi vil hava, at Danmark viðurkennir Føroyar og føroyska fólkið sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Tjóðveldi finst at, at Danmark higartil ikki hevur viljað viðurkent tað, og at Danmark eiheldur hevur viðurkent, at Føroyar hava rætt til at gera eina føroyska grundlóg.  

 

Hesi stilla upp fyri Tjóðveldi til fólkatingsvalið 1. november 2022:

  • Jóhan Christiansen, Leirvík
  • Ásla Laila Birgirsdóttir Johansen, Miðvágur
  • Ingolf Sólheim Olsen, Sørvágur
  • Rógvi Nybo, Hósvík
  • Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík
  • Høgni Hoydal, Hoyvík
  • Beinta Løwe, Tórshavn
  • Bjørt Samuelsen, Tórshavn
  • Hervør Pálsdóttir, Tórshavn
  • Liljan Weihe, Tórshavn
  • Magni Arge, Tórshavn
  • Kristian Oskar Henriksen, Sandur
  • Sirið Stenberg, Vágur

 

Tilsamans er talan um 7 kvinnur og 6 menn.

Harleyfacadeacryl