Komandi mótstøðuliðið byrjar eitt sindur av nýggjum eftir eitt kappingarár, sum helst var eitt vónbrot, tí fleiri leikarar eru skiftir út.
Tikið seg nógv fram
B36 hevur fyri 12 árum síðani vunnið samanlagt móti Birkirkara. Tað er tó lítið at ivast í, at Birkirkara hevur tikið seg nógv fram síðani tá. Liðið vann meistaraheitið í 2010 og 2013. Men í Europa kappingum hevur liðið fingið fleiri góð úrslit. Serliga seinastu tvey árini. Í 2015 kom liðið víðari til næsta umfar við samanløgdum 3-1 sigri á Ulisses úr Armenia. Í 2. umfari var mótstøðuliðið West Ham úr Onglandi. Liðini vunnu hvør sín 1-0 sigur á heimavølli, har West Ham vann seg víðari eftir brotssparkskapping. Hesar dystirnar spældi Fabrizio Miccoli, sum áður hevur spælt nógv í Juventus, við Birkirkara og skoraði eisini málið móti West Ham. Í 2016 vann Birkirkara seg í 3. umfar. Í 1. umfari við samanløgdum 3-1 sigri á Siroki Brijeg úr Bosnia Hersegovina. Síðani við samanløgdum 2-1 sigri á Hearts úr Skotlandi, áðrenn liðið samanlagt tapti 6-1 móti Krasnodar úr Russlandi.
Farna kappingarár eitt vónbrot
Júst farna kappingarár var helst eitt vónbrot fyri Birkirkara. Liðið endaði á 4. plássi og tapti steypafinaluna 2-1 móti meistarunum Valletta. Fekk Birkirkara bara tvey stig færri, so endaði liðið heilt afturi á 6. plássi. Í landskappingini fekk liðið 47 stig fyri 26 dystir. Liðið skoraði 44 mál og lat 28 mál ígjøgnum. Toppskjútti var landsliðsleikarin Jake Grech við 11 málum.
Ikki í dystarvenjing og fleiri útskiftingar
Ein fyrimunur fyri KÍ kann vera, at kappingin á Malta endaði síðst í apríl, og tí er langt síðani, at Birkirkara spældi nakran dyst av týdningi. Eitt annað er, at tað eru fleiri útskiftingar í hópinum. Birkirkara hevur fingið tilgongd av nógvum nýggjum leikarum og hevur seks útlendskar leikarar í hópinum í løtuni, harav eru fýra nýggir í felagnum. Millum nýggju leikararnar er 37 ára gamli Michael Mifsud, sum er leikarin, ið hevur skorað flest mál fyri landsliðið hjá Malta. Venjari er Paul Zammit, sum er frá Malta. Hann var eisini venjari seinasta kappingarár og tók tí ikki yvir í summar, sum vit annars vegna skeivar upplýsingar skrivaðu í blaðnum her fyri. Hann var venjari hjá Valletta í 2016, tá Valletta møtti B36 í Champions League. Eyðun Klakstein, sum tá var venjari hjá B36, sum tapti samanlagt uppá útivallarmál, segði m.a. um Valletta, at talan var um lið, sum royndi at spæla fótbólt. Teir skiftu millum 3-4-3 og 4-4-2 leikskipan og høvdu tekniskar leikarar afturat einum stórum álopsleikara.
Spæla á lítlum vølli
Fyrri dysturin verður leiktur á Malta og verður spældur á Centenary leikvøllinum, sum hevur kunst gras og er 100 X 65 metrar stórur. Tað er ein lítil vøllur í mun til aðrar. Pláss eru fyri 3000 áskoðarum.




