Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta er ein háðan ímóti Klaksvík!

Karl H. Johansen, Borgarstjóri

Tað líkist lokalpolitikki meir enn nøkrum øðrum, sum Uni Rasmussen fremur, tá hann sum landsstýrismaður gevur Akstovuni beinleiðis og ítøkilig boð um at nevna sína egnu heimbygd og grannadalin, sum einastu støð, har ein deild hjá landsstovni fyrimunarligast skal liggja, og harvið tekur eina deild úr størsta býnum í norðurøkinum, sum hevur ligið í Klaksvík í umleið 70 ár.

Tað má metast at vera rættiliga sjáldsamt, ja, næstan óhoyrt, at ein landsstýrismaður skal geva einum av sínum landsstovnum boð um at seta sína egnu heimbygd sum einastu staðseting til deild hjá sama landsstovni, og at hann enntá fer so langt sum at seta tað sum eina beinleiðis treyt, ið gevur avgerandi stóran fyrimun í sjálvum útbjóðingartilfarinum.

Við hesum hevur landsstýrismaðurin persónliga og beinleiðis syrgt fyri, at Klaksvík, sum er nógv tann størsti og fólkaríkasti býurin í norðurøkinum, og hevur verið heimstaður fyri deild hjá Akstovuni, í umleið 70 ár, verður avskorin frá at kunna bjóða seg fram til at hýsa hesi deild.

Hetta má sigast at vera lokalpolitikkur av tí ringa slagnum, tá ein tekur frá tí fólkaríkasta og tættast bygda býnum, har flestu brúkararnir búgva savnaðir, og harvið gevur størsta partinum av kundunum hjá Akstovuni eina verri og dýrari tænastu.

Sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu mótmæli eg hesum harðliga, og eg undrist stórliga á, at tað júst er henda landsstýrissamgongan, sum fremur hesa gerð og tekur eina deild hjá landsstovni frá Klaksvík og Norðoyggjum, tí øll, sum fylgja við politikki, vita, at uttan valúrslitið í Norðoyggjum seinasta løgtingsval, so var henda landsstýrissamgongan als ikki til.

Vit minnast, hvussu valúrslitið við seinasta løgtingsval var reytt, til úrslitið úr Klaksvík kom inn á telduskermarnar og koppaði meirilutan til tann bláa vongin, sum í dag situr við valdinum í Tinganesi.

Er hetta tøkkin, sum Klaksvík og Norðoyggjar fáa frá hesum somu politikarum og enntá frá einum av landsstýrismonnunum hjá nógv tí størsta flokkinum í Norðoyggjum við seinasta løgtingsval?

Eitt er, at ein landsstýrismaður vil gera broytingar til tað betra, men tað fer altso út um øll virðilig mørk, tá ein dittar sær at avskriva størsta býin frá somikið sum at sleppa at bjóða seg fram til at endurhýsa eini deild hjá einum landsstovni, sum hevur verið her í Klaksvík í umleið 70 ár.

Hugsar Uni Rasmussen landsstýrismaður veruliga, at tað fer at vekja virðing millum manna at vera so lokalpolitiskur í síni atferð, at hann enntá ikki gevur okkum í Klaksvík somikið sum møguleikan at bjóða okkum fram til framhaldandi at hýsa hesi deild okkara?

Hvat er tað fyri politikkur at avskriva ein heilan bý, sum er kendur fyri at royna at finna góðar loysnir, eisini fyri landsstovnar? Tað finst neyvan nøkur onnur kommuna her á landi, ið ger so nógv fyri at hava gott samstarv og at stuðla undir landsstovnar í kommununi. Er hetta tøkkin? Mær kunnigt hevur Akstovan arbeitt við at betra um umstøðurnar hjá Akstvouni í Klaksvík. Tí kemur henda flytingarætlan rættiliga óvart á meg.

Vit hava áður víst á loysnir fyri staðsetingar av deildini í Klaksvík. Er tað veruliga so galið, at tað er politikkurin hjá hesi landsstýrissamgonguni at útihýsa Klaksvík heilt frá at sleppa at bjóða seg fram? Hvar er javnbjóðis kapping?

Sum borgarstjóri í Klaksvík gangi eg útfrá, og eg havi ta álit á okkara landspolitisku leiðsla, at hon nú beinanvegin tekur neyðug stigini til, at henda ætlan landsstýrismansins í fyrsta umfari verður avlýst ella útsett, so framferðin í hesum máli verður virðilig og ikki útihýsandi. Henda ætlan landsstýrismansins er ein beinleiðis háðan ímóti størsta býnum í norðurøkinum.

 

Klaksvík, 5. juli 2022

 

Karl H. Johansen

Borgarstjóri

Harleywoodpaint