segði Árni Skaale m.a. tá vit vitjaðu uppi á Geilini hjá nýggja fiskimálaráðharranum. Hann fer frá sum stjóri í egnu fyritøkuni Looknorth og sigur allar nevndarsessir frá sær. Hann er ofta biðin um, at stilla upp fyri fleiri flokkar og hevur altíð sagt nei, men føldi at hetta var júst tað rætta fyri hann
Vit báðir Oliver eru farnir niðan á Geilina har nýggi fiskimálaráðharrin býr. Klokkan er um 23.00 og fyri okkum stendur ein brosandi Árni Skaale. Hann er júst innstillaður til nýggjan landsstýrismann í fiskivinnumálum fyri Fólkaflokkin. Árni bjóðar okkum ein góðan the-munn og vit práta yvir borðið. Konan og synirnir eru beint nærhendis. Tað hevur verið ein hektiskur dagur.
– Klokkan 13.30 í dag var Jákup Mikkelsen í telefonini og spurdi um eg vildi gerast nýggjur fiskimálaráðharri fyri Fólkaflokkin. Eg var í maskinhøllini á Looknorth og eg má siga sum er, eg bleiv heitt tikin. Hetta hevði eg als ikki vænta. Eg mátti fara útum og ganga ein túr eftir kajini. Vit hava tosa á arbeiðsplássinum um politisku støðuna seinastu tíðina og fleiri hava sagt seg verða til reiðar at fara í sessin. Meir eg hugsaði um tað, meira gav tað meining. Eg eri væl fyri fysiskt og mentalt, so eg haldi hetta er ein uppgáva, sum eg fari at makta. Tað er við virðing, at eg taki av, sigur Árni Skaale.
– Eg havi ikki verið aktivur í politikki fram til nú, men altíð verið áhugaður í samfelagsviðurskiftum. Eg havi drivið mína egnu fyritøku og verið áhugaður í samfelagsviðurskiftum á tann hátt. Eg havi aldrin verið limur í nøkrum flokki, men eri oftani biðin um at stilla upp og eisini fyri fleiri flokkar, sigur Árni.
– Hetta við at koma inn í politikk er nýtt so lærukurvan verður brøtt. Eg trúgvi, at eg eri somikið grundleggjandi funderaður, at eg ikki flyti meg av trýsti. Eg hugsi ikki um, at trýst fer at nerva meg nakað serligt, leggur Árni aftrat.
– Nú havi eg betjent kulør. Tað er eingin ivi um, at hetta er tað rætta fyri meg. Eg eri stjóri í Looknorth, har má eg frá og teir nevndarsessir eg havi sigi eg eisini frá mær. Eg havi cleara við baklandi allastaðni, fyrst og fremst hjá konu og nærmastu familju. Øll bakkað meg 100% upp, tó at tað var eitt sindur ymiskt hvussu tær fyrstu reaktiónirnar vóru, sigur Árni.
Spurdur um málsøki, sum nýggi fiskimálaráðharrin kemur at umsita, er hann greiður.
– Fiskivinnumál er helvtin av tí vit liva av. Tað er eitt spennandi arbeiði. Vit hava brúk fyri at menna og gera karmarnar kring okkara vinnu so tryggar og góðar, sum yvirhøvur til ber. Tí frá stabiliteti kemur jú hugurin til at gera íløgur og alt møguligt annað. Tað er so øgiliga ringt at agera í einum umhvørvi, sum er ósikkurt, heldur Árni.
Fyri Føroya land er tað sera týdningarmikið at fiskivinnan hevur tað gott og tað gongur væl, at hon hevur góðar møguleikar og atgongd. Tí tað er fiskivinnan sum er dynamoin fyri at vit øll somul hava tað gott í vælferðarsamfelagnum, leggur nýggi fiskimálaráðharrin aftrat.
– Eg eri glaður fyri møguleikan og vóni at tað arbeiði sum eg fari at gera, verður gjørt so væl sum tað ber til. Sjálvandi er tíðin avmarkað, nú minni enn ein hálv seta er eftir og fleiri av teimum stóru málunum, ið hendan samgongan setti sær fyri á fiskivinnuøkinum eru longu gjøgnumførd, men tað er altíð arbeiði eftir at gera og eg fari at gera mítt allarbesta, sigur Árni Skaale við Norðlýsið at enda.
Í morgin verður Árni Skaale formliga settur sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.



