Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er ein vanlukka beint undan jólum

John William Joensen

sigur forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Jastrid Wolles Niclasen, sum skipaði fyri limafundi fríggjadagin.

Forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Jastrid Wolles Niclasen, sigur at tað er sera avmakrað havt felagið kann gera.

– Vit høvdu ein limafund har vit tosaðu um støðuna og tað er heilt greitt at støðan er ikki góð nú beint undan jólum.

– Felagið er ikki sterkt peningaliga og tí eru møguleikarnir hjá okkum avmarkaðir.

– ALS er ikki ein góð skipan fyri okkum, sum arbeiða í flakavinnuni. Fleiri sum nú gerast arbeiðsleys um Kósin steingir, fáa 40 krónur ella minni um tíman frá ALS og tað er als ikki nøktandi.

– Eg haldi tað verða eina katastrofu fyri býin, tí Kósin er størsta arbeiðsplássi í býnum og tá lítið arbeiði er á virkinum merkist tað beinan vegin aftur í býnum.

– Men sum eg skiljið so skal nógv til fyri at endurreisa virkið og vit kunnu bara vóna at hetta fer at eydnast – tí ringvirkningarnir av at Kósin steingir verða ógvusligir.