Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta er Tre Fiori

Jákup Ósá

KÍ skal til San Marino seinni í hesum mánaðinum. Tað gjørdist greitt eftir lutakastið í dag.

Tre Fiori liggur í býnum Fiorentino, sum er ein bygd/býur við 2500 fólkum. Leikvøllurin tekur 700-1000 fólk. Felagið er stovnað í 1949 og hevur vunnið meistaraheitið sjey ferðir, seinast í 2011. Felagið hevur sjey ferður vunnið steypakappingina, seinast í ár. Í fjør kom liðið víðari í Europa League við at vinna samanlagt 3-1 móti Bala Town úr Wales.

 

Felagið hevur luttikið fimm ferðir í Europa kappingum.

2009: Tapti samanlagt eftir brotssparkskapping móti Sant Julia úr Andorra

2010: Tapti samanlagt 7-1 móti FK Rudar Pljevlja úr Montenegro

2011: Tapti samanlagt 5-1 móti Valletta úr Malta

2018: Vann samanlagt 3-1 móti Bala Town úr Wales

2018: Tapti samanlagt 10-0 móti Rudar Velenje úr Slovenia

Harleyfacadeacryl