Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta kunnu vit vænta frá CEF – og hesi skulu gjalda

Jóhann Lützen

Bústaðarstuðul, styttri arbeiðsvika, skattalættar, hægri barnafrádráttur og arbeiðsinntøka skal ikki longur mótroknast fólkapensiónini. Ókeypis tannrøkt til fólk upp til 21-ára aldur, 50 milliónir til at lyfta lægst løntu vælferðarstørvini, almannagagnligar íbúðir, størri familjuískoyti, størri brennistudningur, campus til Fróðskaparsetrið og hjálparpakki til vanlig fólk. Og so skal blokkstuðulin úr Danmark skerjast.

 

Hesi lyftini hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn givið Føroya fólki, og umboð fyri teir flokkarnar sita júst nú og orða, hvussu hesi lyftini skulu innfríast.

Har hesi vallyftini raka rættiliga breitt og fevna um alt landið, er tað landafrøðiliga meira snævurt, hvaðani fíggingin skal takast. Javnaðarflokkurin segði í valstríðnum, at vinnurnar, ið troyta náttúrutilfeingi, skulu gjalda meira. Her verður tosað um fiskivinnuna, og onkur av valevnum floksins hava eisini skrivað, at meira peningur skal takast frá alivinnuni.

Bæði borgarstjórin í Klaksvík og tann í Runavík hava verið alment frammi og sagt, at teir ávikavist óttast og fílast á, at peningur fyrst og fremst verður tikin frá vinnulívinum í Eysturoy og Norðoyggjum, samstundis sum ikki so nógv á løgtingsfíggjarlógini fellur niður í teimum báðum økjunum. Norðoyggjar og Eysturoy skulu við øðrum orðum gjalda nógv til felagsskapin, men fáa ikki nógv burturúr at vera við í felagsskapinum.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu fer enntá so langt sum at skriva, at samgongukonstellatiónin Javnaðarflokkurin + Tjóðveldi + Framsókn helst er gjørd tilvitað fyri at sleppa undan at hava nakað samgongu-umboð fyri Eysturoynna á tingi. Hevði fyrra samgonguroyndin við Sambandsflokkin borið á mál, hevði Eysturoyggin havt 4 umboð í samgongu. Ber CEF á mál, er ongin í samgonguni, sum umboðar Eysturoynna á tingi.