Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta sigur sáttmálin hjá Forren

Jóhann Lützen

Vegard Forren sær fram til at vera partur av satsingini hjá KÍ hetta kappingarárið. 34-ára gamli Vegard Forren skal nevniliga ikki bara spæla fótbólt, men eisini hjálpa til við at venja liðið. Áður  hevur KÍ styrkt seg við Magne Hoseth og Daniel B. Hestad sum ávikavist venjara og hjálparvenjara, og norska tilgongdin heldur bara fram.

 

– Hetta var eitt sera áhugavert tilboð, sum eg ikki kundi siga nei til. Tú fært jú ikki fleiri og fleiri møguleikar, sum tú eldist. “Tað verður sera spennandi at vera við í hesum projektinum”, sigur Vegard Forren til miðilin Rbnett. Forren hevur skrivað ein sonevnan Pro-B-sáttmála sum spælari, og harumframt hevur hann ein leiklut í venjaratoyminum saman við Daniel Hestad. Rbnett skrivar eisini, at Hestad hevur ábyrgd av næstbesta liðnum hjá KÍ. Triðja ásetingin í sáttmálanumsigur, at Forren hevur bundið seg til at fara undir venjaraútbúgving, fyrsta part hetta kappingarárið.

– “Ítróttarliga er hetta ein møguleiki fyri meg at spæla fótbólt á høgum støði aftur, og harumframt kann tað vera byrjanin til eina karrieru sum venjari. Eg eri sera takksamur fyri møguleikan og síggi fram til at vera við í venjaratoyminum saman við Magne og Daniel”. Forren er 34-ára gamal, kemur frá einum sáttmála við Træff, og hevur spælt 33 A-landsdystir.

Hann gleðir seg eisini til at spæla fótbólt fulla tíð aftur. Fulltíðarfótbóltur hevur verið hansara gerandisdagur síðani 2007, tá hann fyrstu ferð kom til MFK. Forren sigur, at hann enn hevur meira at geva á vøllinum, og at hann vil mennast til at gerast venjari. “Hetta er ein risamøguleiki fyri meg at spæla samstundis sum eg gevi mítt íkast til toymið. Hetta er ein avtala, sum ger, at eg kann liva av fótbólti aftur. Eg verði ikki ríkur, men tað melur runt.”

Familjan hjá Vegard Forren verður verðandi í Modle, men Vegard ætlar sær at vitja, tá kappingarskráin loyvir tí, og hann væntar eisini, at familjan kemur til Føroya at vitja seg. Men annars ætlar hann at konsentrera seg um fótbólt fult og heilt. “Eg skal vísa Magne Hoseth, Daniel Berg Hestad og KÍ, hvat eg dugi til bæði á vøllinum og uttanfyri”, sigur Forren.

Síðani sáttmálarnir við Molde og Brann vóru steðgaðir, hevur Forren spælt “amatørfotball”, sum miðilin orðar tað, fyri Eide og Træff. Hann fekk boðið ein líknandi sáttmála, Pro-B-Sáttmála, við Brattvåg, men segði nei.

Magne Hoseth sigur, at hann er fyrireikaður uppá ymiskar reaktiónir uppá, at hann satsar uppá Vegard, men sjálvur sigur hann seg ikki hava verið í iva. “Vegard hevur verið ígjøgnum eitt hart tíðarskeið, men hann hevur uppiborið ein kjans at prógva, hvat hann stendur fyri. Nú skulu eg og Daniel hjálpa honum at sameina fótbóltin og venjaraútbúgvingina. Hann hevur eitt so gott fótbóltshøvd, at tað eisini má verða brúkt eftir spælarakarrieruna”, sigur Hoseth, men leggur dent á, at tað fyrst og fremst er sum fótbóltspælara, at hann sum venjari hevur verið úti eftir Vegard. “Vit fáa ein góðan samlaðan pakka við Vegard”, sigur Magne Hoseth eisini.

 

– “Vegard passar inn í háttin, KÍ spælir fótbólt. Hann er sera góður á teimum plaseringunum, har vit hava tørv á góðsku. Hann er fantastiskur í báðum brotsteigunum, og hann fer at verða ein fyrimynd fyri ungu spælararnar og kann fáa teir at geva nakað eyka undir venjingini, og fær givið okkurt við síni rutinu. So tilsamans eru nógvir tankar aftanfyri, at vit hava gjørt hendan sáttmálan”, sigur Magne Hoseth.

Umframt við Forren hevur KÍ skrivað undir við U-landsliðsleikaran Róa Mørk Hentze, og hevur verið í sambandi við MFK-málmannin Alex Craninx, ið tó hevur sagt nei til sáttmála við KÍ. Hoseth sigur, at teir hava verið í samband við Sivert Stenseth úr Sandefjord, ið er uttan felag í løtuni, og við Tobias Hammer Svendsen, ið tekur steðg frá fótbóltinum, men hevur sáttmála við Lillestrøm árið út.

– “Hetta eru spælarar, sum vit natúrliga tosa við, men har eru nógv onnur nøvn á listanum eisini. Tað mest umráðandi er, at vit finna røttu typurnar, ið eru motiveraðar til eitt spennandi fótbóltsævintýr í KÍ”, sigur Magne Hoseth.

KÍ byrjar ímóti TB 5. mars, men skal møta Víkingi vikuskiftið áðrenn í Stórsteypadystinum. Fyrsti undandysturin til Champions League verður í juli. Til tess at røkka bólkaspælinum skal felagið ígjøgnum trý kvalifikatiónsumfør og playoff fyrst, endar greinin við at siga.

 

Kelda: Rbnett.