Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hetta skapar framburð og møguleikar

Oliver Joensen

Soleiðis segði borgarstjórin, tá ið vit hittu hann beint eftir at hann hevði sett grabban í nýggju útstykkingina á Fossum.

– Hesin býlingurin er skipaður munandi øðrvísi enn aðrir býlingar í Klaksvík. Vit hava hugsað nógv um barnafamiljurnar, fríøkir og trivnaðin hjá borgarunum, samstundis sum vit eisini hava raðfest raðhúsbygging sera frammaliga, so fólk hava møguleika at keypa sær ein bústað til rímiligan kostna, sigur Jógvan Skorheim, sum eisini vísur á, at hetta ger bústaðarmarknaðin í kommununi fjølbroyttari.

Nú nógv hevur verið tosað um avgrevstur og koyring ígjøgnum býin, spyrja vit eisini hvussu hetta verður loyst, tí alt annað líka er sera nógv mold á hesum lendinum, ið nú skal gerast til eina stóra útstykking.

– Vit hava lagt eina ætlan og gjørt eina avtalu við hagastýrið, um at øll moldin, sum ikki skal brúkast inni á økinum, kann leggjast á økið sunnanfyri vatnbrunnarnar. Við hesari loysnini, verður møguligt hjá hagnum, at fáa tað, ið svarar til dyrka lendi aftur sunnanfyri, samstundis sum vit sleppa undan at koyra gjøgnum allan býin við tilfarið. Hetta eri eg ómetaliga glaður fyri, tí hetta er ein vinn/vinn/vinn støða, tí hetta er bæði gott fyri hagan, kommununa og ikki minst allar borgararnar í býnum, sum ikki fáa eins stóran ampa av allari koyringini.

Spurdur um hvussu eftirspurningurin er, svarar borgarstjórin avgjørdur.

– Eftirspurningurin er ordiliga stórur. Eg eri vísur í, at fleiri fara beinanvegin undir at tekna og gera avtalu við byggifyritøkur, so tey eru klár at byggja, tá ið útstykkingin er liðug. Harafturat er eg eisini sannførdur um, at tørvur verður á at hugsa longri, so farast kann víðari við fleiri grundstykkjum og raðhúsum í økinum.

– Nú upplivdu vit góða veðrið í dag saman við fantastiska útsnýninum á Fossum. Hetta verður fantastiskt fyri teir borgarar, ið velja at búseta seg í Klaksvík, sigur ein týðiliga spentur borgarstjóri at enda.