Tað eru nú gingnar tvær til tríggjar vikur síðani fólk á Oyri sóu hetta tjaldrið fyri fyrstu ferð í ár. Eg havi roynt í fleiri dagar at fingið eina mynd av tí og í dag eydnaðist tað. Seinnu árini er meira enn so komið fyri at tjøldur hava verið við Borðoyarvík árið runt, men í vetur hevur onki verið á sæð fyrr enn nú, fólk varnaðust hetta tjaldrið.
Annars nakrar fuglamyndir, millum annað stóri valmásin og aðrir:




































