(Finalan um Løgmannsteypið) Norðlýsið hevur spurt allar venjararnar í Effodeildini, hvat fyri úrslit teir vænta leygarkvøldið.
Leygarkvøldið spæla KÍ og Víkingur finaluna um Løgmanssteypið. Men í Effodeildini eru 8 aðrir venjarar, sum uttan iva kenna væl til bæði finalu liðini, tí teir hava møtt teimum fleiri ferðir í ár. Í Norðlýsinum hava vit spurt allar, hvat úrslit teir vænta í finaluni.
Norðlýsið fæst til keyps í sølubúðunum, har tú kanst lesa tipp frá øllum átta venjarunum í Effodeildini.




