(Malta) Tað heldur Gilli R. Sørensen, sum spældi í høgru síðu allan dystin móti Aserbadjan.
– Hetta var ræðuliga skuffandi. Vit komu frá einum fínum avriki móti Kosovo. Og so at avrika sum vit gjørdu í fyrra hálvleiki í gjár er undir alt lágmark. Hatta var ræðuliga skuffandi. Tað er ringt at seta orð á, hvat gongur galið. Vit fáa ikki tríggjar samanhangandi avleveringar at sita. Tað verður stressað yvir alla linjuna. Man kundi næstan trúð, at vit spældu við bind fyri eygunum við ongan viðleikara at raka, og so runnu vit aftaná í 45 minuttir, segði ein sera vónbrotin Gilli R. Sørensen í dag við Norðlýsið.
Týskvøldið spæla Føroyar seinasta dystin í Nations League bólkspælinum móti Malta.


