Við valskránni “Skil í” fer Javnaðarflokkurin til løgtingsval. Evnini, sum fylla mest, eru bústaðir, lønarlyft, styttri arbeiðsvika mentan, list, náttúra, almannaverk, heilsuverk og umhvørvið. Nortið verður eisini við evni sum verju, trygd og fíggjarliga ábyrgd, men tað eru heilt greitt “bleytu virðini”, sum liggja Javnaðarflokkinum mest á hjarta.
Javnaðarflokkurin ynskir ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, har láglønt og hálønt væl kunnu búgva í sama grannalagi, og so ætlar flokkurin eisini at innføra bústaðarstuðul, ið er tað, vit kenna úr Danmark sum “boligsikring” og/ella “boligstøtte”. Hartil skulu útlendingar noktast atgongd til at keypa fastogn í Føroyum.
Javnaðarflokkurin lovar eisini, at fólk framyvir skulu arbeiða í 37 tímar um vikuna, tá ið tey hava fulla tíð, men kortini fáa somu løn, sum tá tey arbeiða 40 tímar í dag. Við øðrum orðum er ætlanin at stytta arbeiðsvikuna, uttan at fulltíðarlønin lækkar fyri tað. Eitt vallyfti, sum gongur aftur hjá øðrum flokkum eisini, er, at arbeiðsinntøkan ikki skal verða mótroknað í pensiónini.
Sambært Javnaðarflokkinum fara Føroyar um nøkur ár at mangla 1.000 starvsfólk á umsorganarøkinum, og hetta skal loysast við einum lønarlyfti. Skattalættar skulu eisini gevast, MVG skal minkast á ymiskum vørubólkum, og barnafrádrátturin skal hækka.
Til spurningin um, hvussu hetta skal fíggjast, sigur Javnaðarflokkurin, at “Fortreytin fyri øllum vallyftum er, at tey eru fíggjað. Tí skulu tær vinnur, sum hava fingið framíhjárættindi at troyta náttúrutilfeingi Føroya, rinda meira til felagsskapin.” Hetta merkir sostatt, at tann parturin av vinnulívinum, ið fæst við náttúrutilfeingi, t.e. tann sokallaða primérvinnan, skal gjalda fyri vallyftini hjá Javnaðarflokkinum. Aðrastaðni stendur harumframt, at MVG’ið til útlendskar stroymingartænastur, ið er “minst 13 milliónir”, eisini skal koma inn í Landskassan.
Umhvørvisátøk skulu gerast, og so skulu útlendingar gjalda fyri at ganga í føroysku náttúruni, umframt at teir skulu avmarkast við lendislóggávu og náttúruverndarlóg.
Hvat samferðslu viðvíkur, skal hon vera grøn sambært Javnaðarflokkinum, og ætlanin er at dagføra flotan hjá Strandfaraskipum Landsins og vegakervið. Farast skal eisini yvir til ein samhaldsfastan leist viðv. infrakervinum, tó uttan at tað verður nágreinað, hvat flokkurin ítøkiliga meinar við hesum.
Afturat øllum hesum ynskir Javnaðarflokkurin, at ókeypis tannrøkt skal veitast til fólk upp til 21-ára aldur, og at lestrarstuðulin skal økjast. Málið er við tíðini at fáa ein útbúgvinarstuðul, ið er eins góður og tann í Danmark. Eisini tey heilt ungu eru við; Javnaðarflokkurin ynskir eina tvílæraraskipan í øllum (!) flokkum í grunddeildini í fólkaskúlanum, og til tey uppaftur yngru skulu verða innførdir “umsorganardagar”, ið kunnu nýtast eftir tørvi, til barnið verður 7 ár. Í valskránni verður onki sagt um, hvat umsorganardagar innibera, ella hvussu mangir teir skulu vera í tali.
Øll valskráin hjá Javnaðarflokkinum kann lesast á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum.




