Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta vil Javnaðarflokkurin

Jóhann Lützen

Undir sloganinum “2022: Vel enn fleiri úrslit” við undirheitinum “Úrslit krevja samstarv” sigur Javnaðarflokkurin, at hann hevur nú í trý valskeið umboðaðFøroyar á markantan og virðiligan hátt á fólkatingi, samstarvað við allar viðkomandi partar – og fingið góð úrslit fyri Føroyar. Hetta er í samsvari við floksins hugsan um, hvussu fólkatingssessurin skal nýtast.

 

Flokkurin skrivar millum annað, at starvið skal røkjast fulla tíð; at samstarvast skal við øll, sum Javnaðarflokkurin kann fáa úrslit saman við; at flokkurin virðir føroyska fólkaræðið, arbeiðir ikki ímóti eini føroyskari stjórn, og heingir ikki føroyskar ósemjur út á snór í Danmark, og at umboðanin skal vera “týðulig og hvøss, men altíð virðilig og semjusøkjandi”.

Javnaðarflokkurin sigur, at hann er púra greiður, tá tað snýr seg um støðu Føroya í heiminum, nevniliga at vit hoyra til Vesturheimin og vit stuðla NATO. At vgerðir innan uttanríkis- og verjupolitikk skulu takast í Føroyum, sigur Javnaðarflokkurin tó vera eitt krav. Flokkurin vil samstarva við eitt komandi føroyskt landsstýri um tær yvirtøkurnar, sum flokkurin tekur undir við.

Í valskránni, ið fyllir heili 11 síður og tí er ov drúgv til, at alt kann takast við her, stendur, at avtalur við donsku stjórnina um 82 mió. krónur eru gjørdar, harav 25,2 mió. eru eftir beinleiðis avtalu millum Javnaðarflokkin og stjórnina, meðan avtalur fyri 56,8 mió. eru gjørdar saman við einum ella fleiri av hinum norðuratlantisku limunum á Fólkatingi. Hesi eru so Edmund Joensen (B) og/ella grønlendsku umboðini. Sum dømi nevnir flokkurin:

– 2 mió. kr. til at tryggja føroyska skúlaverkinum talgilda atgongd til eina rúgvu av bókmentum og sjónvarpstilfari til undirvísing.

– 5 mió. kr. til undirvísing í føroyskum viðurskiftum á Keypmannahavnar Universiteti. Avtala gjørd í samráð við Fróðskaparsetrið og Keypmannahavnar Universitet.

– 1,2 mió. kr. til menning av føroyskum talukennara. Avtalan er gjørd í samráði við Sjóndepilin.

– 11 mió. kr. til at seta søguliga bygningin Pakkhús 18 á Tvøroyri stand.

– 6 mió. kr. (+ 2 mió. kr. í 2022) til nýtt Sjósavn og Mentanarhús í Sørvági – tær seinnu 2 mió. saman við Sambandsflokkinum.

– 26,8 mió. kr. til framleiðslu av dokumentarfilmum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Hendan avtalan er gjørd saman við hinum norðuratlantisku tinglimunum. Hevur m.a. fíggjað “Skál”.

– 30 mió. kr. til stórhøll í Føroyum.

 

Vilja hjálpa útisetum, ið koma tvørt fyri

Javnaðarflokkurin sigur seg hava fingið sera nógvar fyrispurningar um hjálp frá fólki, sum eru komin tvørt fyri í skipanini. Flokkurin hevur vegleitt so væl, hann kann, sigur hann– ofta í samráð við Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark. Tá fyrispurningarnir hava verið av prinsipiellum slag, hava vit eisini tikið teir upp sum politisk mál á Fólkatingi. Flokkurin sigur tó, at “Øll hava ikki fingið ta hjálpina, tey ynsktu! Men

vit hava gjørt okkara besta.”

Flokkurin skrivar somuleiðis, at hann vil gera tað lættari hjá listafólki at sýna fram í Danmark, at hann fer at gera enn meira við upplýsing, og nevnir sum dømi upplýsing, ið longu er gjørd, t.d. hvørsmansrætt í Føroyum, Mentanarnátt á Christiansborg við føroyskum mati, tónleiki, filmum, sniðgeving og øðrum; verkætlanirnar “Føroyar millum stórveldini”, “Sig mær hvør hvørjum tú fylgist við” um spentu støðanuna í heiminum við kríggi í Europa hevur gjørt, og seinast “Fosturtøka í Føroyum”, ið varð hildin fyri fullsettum Reinsaríi í Havn.

Dentur verður í valskránni eisini lagdur á MVG, sum føroyingar rinda, men sum fara av landinum. Hesar, sigur flokkurin, eiga at koma í Landskassan. Hartil umrøður Javnaðarflokkurin javnstøðu millum kynini og vinningsbýti sum mál, flokkurin fer at arbeiða við, fær hann umboðan.

Tann mest áhugaverdi spurningurin er kanska, hvønn Javnaðarflokkurin helst vil samstarva við, og har skrivar flokkurin, at Uttan mun til, hvør vinnur valið í Danmark, fara vit at samstarva við tey. Júst sum vit hava gjørt higartil. Til gagns fyri allar føroyingar”, og sigur somuleiðis, at flokkurin hevur samstarvað væl við bæði Lars Løkke Rasmussen og Mette Frederiksen.

Valskrá Javnaðarfloksins er, sum nevnt, sera drúgv, og hon kann lesast í fullum líki her:

https://www.j.fo/ti%C3%B0indi-og-greinar/valskra-vel-enn-fleiri-urslit