Miðflokkurin fer til val við sloganinum “Á varðhaldi tá á stendur” og við eini valskrá í 7 punktum. Hesi snúgva seg um familju, skatt og avgjøld, rættin til lív, eldraøkið og heilsuverkið, hjúnalagið og børn, vinnulívið, infrakervið og fiskivinnu, skúla og mentan og uttanríkispolitikk.
At Miðflokkinum dámar at vera rosinan í pylsuendanum kann staðfestast av, at bæði til fólkatingsvalið og nú til løgtingsvalið var Miðflokkurin tann seinasti flokkurin at koma við síni valskrá. Nú er hon so komin og liggur til taks á heimasíðu floksins.
Miðflokkurin ynskir at lækka MVG’ið á neyðsynjarvørum og gerandisvørum, vil hava frítíðarkort til børnini (uttan at útgreina, hvat tað merkir), og ynskir at graduera barnafrádráttin í landsskattinum progressivt eftir tali av børnum. Eins og flestir aðrir flokkar vil Miðflokkurin strika mótrokningina hjá pensionistum, men so vil flokkurin eisini samskatta hjún og veita treingjandi familjum íbúðarstuðul.
“Rætturin til lív” eitur ein yvirskrift, og har vil Miðflokkurin lógarfesta rættin til lív. Hetta merkir helst bann ímóti fosturtøkum, hóast tað ikki stendur beinleiðis. Øll skulu hava barsilsstuðul, loftið fyri tí skal hækka, foreldrini skulu umsita barsilstíðarskeiðið sjálvi og á ansingarøkinum skal peningurin fylgja barninum, stendur tað til Miðflokkin. Føroyingar skulu framyvir heldur ikki kunna sendast av landinum til viðgerðarstovnar ella fyri at sona dómar.
Miðflokkurin ætlar á heilsuøkinum, at eitt viðgerðartilboð skal setast á stovn fyri tey, ið eru bundin at rúsevnum og sum eisini eru sálarsjúk, at útbúgva fleiri kommunulæknar, eisini í Føroyum, og at talið av kommunulæknum sum heild skal økjast.
Miðflokkurin undirstrikar í síni valskrá, at hann er ein kristiligur flokkur. Tað ger hann við m.a. at sipa til “Gudgivna hjúnalagið millum mann og kvinnu” og við at skriva, at kynsskifti ikki kann góðtakast. Flokkurin sigur, at børn hava brúk fyri báðum foreldrum, og at uppalingin (tað at mynda barnið) er foreldranna ábyrgd og uppgáva, ikki myndugleikanna. Eisini ynskir Miðflokkurin at verja børn frá harðskapi, pornografi og ágangi á internetinum.
Á vinnuøkinum ætlar Miðflokkurin sær í dialog við vinnulívið um eina progressiva skatting av fyritøkum. Miðflokkurin er fyri at gera ein Suðuroyartunnil, og vil stytta arbeiðsvikuna. Hetta síðsta hava fleiri aðrir flokkar eisini sagt seg ynskja. Nakað nýtt í valskrá Miðfloksins er hinvegin, at flokkurin ynskir at seta ein barna- og skúlamálaráðharra eftir íslendskari fyrimynd, og so skrivar flokkurin um, at løgmanssætið skal vera partur av ætlanini fyri Hoyvík og Hoydalar. Ikki gongur greitt fram í valskránni, hvat tað merkir.
Miðflokkurin tykist vera glaður fyri USA, tí hann endar valskránna við at siga, at flokkurin fegnast um, at tað er eydnast at snara uttanríkispolitisku kósini hjá Føroyum í ein vestan, og sum rosinuna í pylsuendanum er seinasta vallyftið í teirri seinastu valskránni, at Føroyar lata upp eina sendistovu í Washington (D.C., red.).
Øll valskráin hjá Miðflokkinum kann lesast á https://midflokkurin.fo/175




