Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta vil Miðflokkurin

Jóhann Lützen

Miðflokkurin hevur lagt sína valskrá til fólkatingsvalið fram í dag á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum. Yvirskriftin er “Við Miðflokspolitikki á Fólkating”, og flokkurin legði út við at siga “Við Miðflokkinum veit veljarin, hvønn politikk, hann fær”, og valskráin er í 6 punktum.

Í valskránni sigur flokkurin millum annað, at miðfloksrøddin á Fólkatingi fer “at boða og verja, at sum mann og kvinnu skapti Gud menniskjað”. Flokkurin førir fram, at tað neyvan fyrst og fremst eru PISA-kanningar ella landsroyndir, ið gera børn og ung strongd, og sum eru atvold til skúlaaftran og sálartrupulleikar, men meira, at børn skulu velja millum mammu og pápa undir hjúnaskilnaði, og at tað man í dag fær at vita, at tað eru fleiri enn tvey kyn, og at ein sjálv/ur kann velja sítt kyn.

Miðflokkurin vil eisini, at føroyingar fyrireika seg til at at yvirtaka verju,- trygdar og uttanríkismál, tí núverandi geopolitiski veruleikin krevur tað, og tað skal m.a. gerast við at útbúgva serkunnleika innan økið. Somuleiðis vil Miðflokkurin, at tað er betri samband millum fólkatingsumboðið og tað heimliga politiska landslagið.

Í valskránni útgreinar Miðflokkurin, hvat tað at velja miðflokspolitikk vil siga. Orðarætt sigur flokkurin , at tað merkir at “elja eina djarva kristna rødd á fólkating; eina rødd, ið verjir kristnu virðini og kristna menniskjasýnið og boðar stóra virði menniskjans í eygum og hondum Guds” og “At vit taka tað góða, ið eyðkennir føroyska samfelagið inn á fólkatingi. Danir og aðrar tjóðir kunnu frætta um, læra av og gera gagn av føroyska fyrimyndarliga samfelagnum.”

At velja Miðflokkin er “at velja eitt umboð, ið altíð verður til staðar á Fólkatingi, er aktivt við í kjakinum og setir fram uppskot og fyrispurningar á jøvnum fóti við danir; at velja eina rødd á fólkating, ið verjir ófødda barnið og foreldur tess; eina rødd, ið boðar tað mótsatta av boðskapinum “Amnesty” (International, ritstj.) og líknandi felagsskapir boða”; “eina rødd, ið talar søk Ísraels á fólkatingi” og at enda “eitt umboð, ið leggur seg eftir at røkja føroysk áhugamál í DK, m.a. við tí peningajáttan, umboðini fáa at ráða yvir”.

Miðflokkurin rundar av við at siga, at hann fer at fer at gera upp við ta ódemokratisku peningaliga stuðulsskipana, sum verður brúkt til at veita flokkunum stuðul at reka valstríð við, sum flokkurin orðar tað í valskránni.

Tilsamans tríggir mans stilla upp fyri Miðflokkin til fólkatingsvalið á hesum sinni. Teir eru: Bill Justinussen, løgtingsmaður, Glyvrar; Jenis av Rana, landsstýrismaður og floksformaður, Tórshavn; og Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, Norðdepil. Á tíðindafundinum segði Jenis av Rana, formaður, at á hesum sinni var tað ikki eydnast at fáa nakra kvinnu at stilla upp fyri Miðflokkin.