Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta vil Sambandsflokkurin

Jóhann Lützen

Sambandsflokkurin hevur, kanska ikki óvæntað, eina sera drúgva valskrá til fólkatingsvalið. Í henni verður dentur lagdur á NATO, modernisering av ríkisfelagsskapinum, higartil gjørd avrik, mentan, heilsu og mong onnur mál.

 

Sambandsflokkurin leggur út við at nevna síni hjartamál í ríkisfelagsskapinum, og sigur, at teirra umboð, skuldi Sambandsflokkurin endurvunnið tað, skal virka sum bindilið millum føroyskar og danskar myndugleikar. Flokkurin ætlar at samskipa arbeiðið á Fólkatingi við tað, sum hendir á politiska pallinum í Føroyum.

Í valskránni kemur síðani ein heil síða við grundgevingum fyri, hví veljarin skal velja Sambandsflokkin til fólkatingsvalið. Tær grundgevingarnar snúgva seg serliga um tryggleika í breiðastu merking, ítøkiliga bæði viðgerðartrygd og trygd móti (hernaðarligum) hóttanum útifrá. Eisini skulu bæði búskapurin og mentanin tryggjast, sigur Sambandsflokkurin.

Síðani flytur flokkurin seg frá tí yvirskipaða og yvir í tað ítøkiliga, har hann nevnir Altjóða samstarv og uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, tryggan búskap, umhvørvis- og veðurlagsgransking, heilsupolitikk, hægri útbúgvingar, løgreglu og kriminalforsorg, og at enda mentanarpolitikk. Øll hesi yvirskipaðu evni verða síðani greinað niður í staklutir.

Um nakað skal peikast á sum høvuðsevni í hesi valskránni, so má tað vera “Modernisering av ríkisfelagsskapinum”. Her sær flokkurin fyri sær, at eitt Samstarvsráð skal gerast á parlamentariskum stigi millum uttanlandsnevndirnar í londunum í ríkisfelagsskapinum. Síðani verður sagt, at “Føroyar hava framhaldandi tørv á at virka frælsari á uttanríkispolitiska økinum. Vit skulu virka meira sjálvstøðugt í samráðingum av politiskum og handilsligum týdningi fyri Føroyar”, og tað merkir, at Føroyar skulu gerast meira sjálvstøðugar, nakað sum ein vanliga ikki assosierar við sambandspolitikk.

Til seinast kemur Sambandsflokkurin inn á higartil gjørd avrik, sum floksins fólkatingsumboð, Edmund Joensen, hevur havt ein virknan leiklut í seinnu árini. Her kann nevnast, at flokkurin hevur fingið til vega 25,5 milliónir til havgransking, at skjøtul er sett á at gera eitt fongsul í Føroyum, og 1,5 milliónir eru longu fingnar til vega til at kanna viðurskiftini hjá føroysku kriminalforsorgini.

Í setuni hjá Edmundi Joensen eru eisini útvegaðar 600.000 krónur til sokallaða “Sóljubussin”, og so nevnir Sambandsflokkurin, at føroyingar í Føroyum í 2020 fingu møguleika til at fáa sær CPR-nummar og NemID – nakað sum ikki bar til áðrenn, uttan so at ein flutti til Danmarkar. Harumframt eru 26,8 milliónir settar av til eina “norðurlendska filmspulju”, ið skal fokusera á ymisku mentanirnar í ríkisfelagsskapinum.

At enda nevnir Sambandsflokkurin eina ungdómsverkætlan, “Sjómaq”, ið flokkurin hevur samstarv við grønlendska IA um. Verkætlanin skal styrkja sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum og geva teimum møguleika at ferðast millum londini í ríkisfelagsskapinum.

Tilsamans 17 fólk stilla upp fyri Sambandsflokkin.

Harleyfacadeacryl