“Saman um einar sterkari Føroyar” er yvirskriftin á valskránni hjá Sjálvstýri, ið er løgd fram. Flokkurin ynskir eitt nú fólkaatkvøður um etisk mál, at seta 400 milliónir av til grøna orkuskiftið, at landið, og ikki kommunurnar, skal avmarka ella forbjóða ljóð- og ljósdálking kring landið, at ongin nýggjur bensin- ella dieselbilur skal seljast í Føroyum frá 2030 av, og Sjálvstýri heldur ikki, at Føroyar eiga at samstarva við Russland, meðan kríggið í Ukraina enn leikar á.
Sjálvstýri ger serliga nógv burturúr eldraøkinum í síni valskrá. Skrivað verður, at mótrokningin í fólkapensiónini (tá pensionisturin hevur aðra inntøku, red.) skal takast burtur. Sjálvstýri ynskir fleiri hendur í eldrarøktini og tekur starvsfólkatrotið innan eldrarøktina í størsta álvara. Fleiri heilsurøktarar skulu útbúgvast, meira tøkni skal brúkast innan eldrarøkt, og meira skal gerast við umlætting og samdøgursdeildir. Samdøgursdeildir merkir, at land og kommunur í felag gjaldafyri teir eldru sjúklingarnar, ið eru liðugt viðgjørdir á sjúkrahúsi, men sum kortini ikki kunnu sendast heim.
Tá tað kemur til hin endan av aldursspektrinum, tey ungu, so ynskir Sjálvstýri, at Bústaðir skulu byggja lestraríbúðir, og so viðmerkir flokkurin, at “Tey ungu hava ikki tørv á stórum og vøkrum íbúðum”, ið helst skal skiljast soleiðis, at tað fyrst og fremst eru bíligar íbúðir, ið skulu byggjast til tey ungu lesandi. Barsilstíðin skal eisini leingjast til 18 mánaðir og uppaftur longri fyri tey, ið fáa tvíburar, og hvussu barsilstíðin verður skipað skal latast yvir til foreldrini sjálvi.
Eitt unikt punkt í valskránni hjá Sjálvstýri er, at føroyingar eiga at skula fara á fólkaatkvøðu um tey etisku málini, ið áður hava elvt til ruðuleika og samgonguslit. Framyvir skulu hesar avgerðirnar takast á fólkaatkvøðum, sigur flokkurin.
Á heilsuøkinum ynskir Sjálvstýri at tryggja fakfólki virðing fyri tænastu, at arbeiðsvikan skal styttast (nevnt verður ikki hvussu nógv), at javnstøða skal vera í heilsu- og umsorganaryrkinum, at “skynsom normering veitir trygd fyri dygd”, sum flokkurin orðar tað, umframt at løn skal vera samsvarandi við ábyrgd og førleikar, at samsvar eisini skal vera millum arbeiðsmarknað og útbúgvingar, og at tryggja gott likamligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi. Hetta er tikið beinleiðis av heimasíðuni hjá Heilsurøktarafelagnum, og Sjálvstýri ætlar at taka tað til sín.
Umframt Heilsurøktarafelagnum tykist Sjálvstýri eisini at vilja ganga felagnum Heimafriði á møti. Tí í valskránni verður skrivað, at “Landið skal seta eins krøv til skip í mun til útlát, óljóð og ljósdálkan kring alt landið” og tey krøvini skulu vera eins kring alt landið. Flokkurin skrivar, at kommunurnar eru prísgivnar á hesum økinum, tí tær, sum seta strangari treytir, missa í inntøkum frá havnini ella havnunum í kommununi. Tí skal landið seta hesar reglugerðir í gildi, ikki kommunurnar.
Sjálvstýri ynskir at veita meira í menningarhjálp og í neyðhjálp. Fólk og fyritøkur skulu kunna draga gávur til vælgerandi endamál frá í skatti. Annars ger Sjálvstýri heilt fitt burturúr at undirstrika, at flokkurin er ímóti at gera nakran sáttmála um samstarv við Russland, so leingi Russland er í kríggi við Ukraina.
Umframt alt hetta ynskir Sjálvstýri, at Norðoyatunnilin og Vágatunnilin skulu verða ókeypis at nýta, eins og prísurin í Eysturoyartunlinum skal minka.
Øll valskráin hjá Sjálvstýri kann lesast á https://sjalvstyri.fo/index.php/valskradin2022/



