Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta vil Tjóðveldi á Løgtingi

Jóhann Lützen

Tjóðveldi hevur skrivað 14 síður um, hvat tey ætla sær, skuldu tey komið á Løgting, sum tey helst gera, men serliga um tey koma í samgongu. Sloganið til hetta valið er “Vit skulu loysa gerandisdagin – Loysa vit gerandisdagin, loysa vit tjóðskaparspurningin”. Bleytu virðini fylla heilt nógv fyri Tjóðveldi. Loysingin frá Danmark er við, men fyllir ikki tað stóra í valskránni.

Frá byrjan av leggur Tjóðveldi dent á tey mál, vit kenna flokkin best fyri – loysing verður nevnd fyrst, og hana hevur flokkurin ætlað frá byrjan, og hartil kemur javnari býti av landsins ríkidømi. Flokkurin sigur síðani, hvussu hann vil fíggja vallyftini, og tað kemur neyvan óvart á nakran: 300 milliónir afturat skulu fáast frá vinnulívinum, stendur á síðu 2 í valskránni.

Harnæst sigur flokkurin, at Føroyar skulu gerast leysar av ríkisveitingini, og at fólk í Føroyum skulu hava hjálp til livikostnaðin, ið er nógv hækkaður. Avgjaldslætti, skattalætti, hækkað familjuískoyti, meira brennistudningur, vinningssteðgur á brennievni (fyribils) og hjálparpakki til vanlig fólk.

Møguliga hava Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi tosað saman, tí eisini Tjóðveldi dyrgir við ókeypis tannrøkt í longri tíð enn tey núverandi 18 árini til børn og ung. Tjóðveldi hevur tó onga aldursáseting á.

Bústaðartrupulleikin verður adresseraður, og loysnin sambært Tjóðveldi er almannagagnligar íbúðir (í kommunalum høpi), lutabústaðir og eigarabústaðir, ið fólk hava ráð til, býlisstuðul, og so skulu Bústaðir kunna veita trygd til fólk, ið vilja búgva, har peningastovnarnir ikki vilja fíggja, fyrst og fremst á smáplássum.

Tað er heilt greitt tey bleytu málini, ið fylla mest hjá Tjóðveldi. Har arbeitt verður við menniskjum, skal setast inn “við nærleika og kærleika”, sum flokkurin orðar tað. Námsfrøðiliga økið skal lyftast, fleiri læknar skulu setast, heilsustarvsfólk (sjúkrarøktarfrøðingar og heilsufrøðingar verða positivt nevnd) somuleiðis, námsfrøðingar tað sama, og so skal ein lønarpulja áljóðandi 50 milliónir setast av til at lyfta tey lægst løntu vælferðarstørvini. Síðani verður eitt nýtt hugtak nevnt, ið er “nærleikafólk”, sum øll, ið venda sær til almennu skipanirnar, skulu tryggjast.

Markið fyri mótrokning í pensiónum skal hækkast; hetta tykist vera gjøgnumgangandi hjá fleiri flokkum. Tjóðveldi ætlar eisini at tryggja eftirlønir til fyritíðarpensionistar og listarfólk.

At fyritíðarpensionistar skulu hava eftirløn tykist vera eyka umráðandi, tí tað verður nevnt bæði niðast á s. 6 og niðast á s. 8 í valskránni.

Hartil lovar Tjóðveldi, at eitt nýtt tjóðleikhús skal byggjast. Tað er ivasamt, hvussu tað skal skiljast, tí arbeiðið við at gera eitt nýtt tjóðleikhús er longu sett í gongd. Umframt alt hetta lovar Tjóðveldi eisini batar, tá tað kemur til tað føroyska málið, við tað at sendingar á føroyskum skulu gerast, stroymingartænastur skulu hava føroyskar tekstir, og at alt tilfarið hjá Kringvarpinum skal vera á føroyskum.

Men um onkur sóknast eftir loysing, so er um hana at siga, at hon einans verður nevnd heilt stutt í byrjanini av valskránni, ið kann lesast á heimasíðuni hjá Tjóðveldi.