Hevur tú eitt starv, har tú møtir
- truplum
- strævnum
- súrum
- frustreraðum
- illum
- óhøviskum
- […set sjálv/ur fleiri lýsingarorð inn her…]
fólkum?
So eru her 3 ráð:
Ráð #1:
Ásanna, at tú sleppur ikki undan hesum fólkum.
Tey eru komin fyri at vera.
Tú fert áhaldandi at møta teimum.
Um ikki hvønn dag, men við jøvnum millumbilum.
Ráð #2:
Hesir setningar eru NOGO!
“… kann eg sleppa at siga nakað nú?”
“… ert tú skjótt liðugur at brokka teg?”
Tú veitst kanska, at tað var hendan vøran, sum hann bílegði, hóast hann sigur, at tað var ein onnur. Men tað nyttar lítið, at tú byrjar at argumentera í móti og reksa upp, at tað er kundin sjálvur, sum hevur allan feilin. Hann fer ikki knappliga at viðganga tað. So droppa bara at argumentera ímóti.
Tú mást ístaðin lurta og nikka. Tá hann er liðugur, kanst tú uppsummera, seta onkran spurning, koma við einum uppskotið ella siga at tú fært tíverri ikki hjálpt.
Ráð #3:
Halt uppat at brúka eina rúgvu av orku uppá, at grenja og irriterast inna hesi fólkini. Sjálvandi kanst tú siga okkurt við starvsfelagan, men ikki brúka hálvar ella heilar tímar [uha… fyri ikki at siga dagar …] uppá tey.
Tú fært einki gjørt við, hvussu ein kundi, ein borgari, eitt viðskiftafólk…. uppførir seg.
Tú fært bara stýrt, hvussu tú sjálv/ur tekur støðuna og svarar aftur.
Vilt tú fegin læra meiri um at handfara trupul fólk? So tú ikki brúkar so nógva tíð uppá at irriterast?
So ert tú vælkomin á skeiðið um Trupul fólk tann 18. oktober 2022 >>
Tekna teg á heimasíðuni her: https://www.synergi.fo/skeid/soleidis-handfer-tu-trupul-folk/
Ella set teg í samband við Synergi: synergi@synergi.fo | 322355.
Ps. Eru tit fleiri, sum kundu hugsað tykkum, at lært at handfara trupul fólk, so teknað tykkum samstundis til skeiðið og fá 10% í avsláttur! Nýtið avsláttarkoduna: Synergi10






