Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Heystfagnaður á Eiði

Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther

Ein ómetaliga góð skrá sett upp í einum hefti við heili 6 síðum av spennandi tiltøkum, sum strekti seg frá mikudegi til sunnudag.

Byrjað varð við at takka fyri gróðurin í Eiðis kirkju, har samvera var í Karmel aftaná við grýturætti – og í dag er eftir sunnudagsskúla og guðstænastu upphiting til 26. umfar í betri deildini.

Hvørt neyst, kjallari, úthús, gamli handilin hjá Óla og niðurlagda fiskavirkið var í brúk til heystfagnaðin, har tú kundi keypa alt av handans slagið.

Kanska var høvuðsstøðin á Lækjuvegi, har m.a. FM í fletting var á skrá, men øll bygdin var partur av hesum stóra tiltaki.

Tú skuldi vera heppin at finna parkeringspláss, tí allastaðni stóðu bilar á teimum stóru parkeringsplássunum – Ja, bygdin var full av fremmandum bilum, so tiltakið “Heystfagnaður á Eiði” var væl vitjað.