Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heystkvøldseta á Kambsdali

Tíðindaskriv

Í annaðkvøld, týskvøldið 12. november frá klokkan 19 til 21, verður árliga heystkvøldsetan í Miðnámi á Kambsdali.

Á skránni verða m.a. tónleikaframførslur, leiklist, námsferðafilmar, evnafrøðis-show, og frágreiðingar frá lívfrøðiligum kanningum, sum næmingar hava gjørt.

Tiltakið er alment og eitt gott høvi at uppliva, hvat Miðnám á Kambsdali hevur at bjóða. Familja og vinir hjá núverandi næmingum – og almenningurin annars – kunnu uppliva skúlan og virksemið í skúlanum, og starvsfólk og næmingar sleppa at uppliva skúlan á annan hátt enn vanligu skúlatímarnar. Kaffi og køkur verða til sølu í stegðinum.