Enn einaferð vísa tey hvat dugur er í tónleika- og dramabreytini í Fuglafjarðar skúla.
Tað eru seliga lærararnir, Bárður Á Lakjuni og Marjun Djurhuus, sum leggja lag á hjá ikki færri enn 51 næmingum, ið hava valt hesa breytina í ár og sum so eisini standa á palli, spæla tónleik og gera ljóð, ljós og hópin av tøkni, teldum og skíggum – alt í heimsflokki.
Næmingarnir eru úr skúlanum við Streymin, Stranda skúla og Fuglafjarðar skúla – til samans 51 næmingar.
Tey spældu High School Musical I í 2016 og nr: II í 2017. Eisini hava tey m.a. spælt Greace og Leyvukongurin og fleiri aðrar krevjandi sangleikir, og hava tey hvørja ferð víst, at tey duga handverkið.
Pallmyndin, sum skiftir skjótt vil ymsum ljóssetingum og hópin av ymiskum skermmyndum, er á einum amerikonskum miðnámsskúla.
Har verður sungið og dansað nógv, spælt kurvabólt, veitslur verða hildnar, men eisini stinga seg upp ymiskir ungdómstrupulleikar við forelskilsi, forvirrilsi og missilijingum, flyta skúla ella ikki – sleyg og slatur. Tað klassiska.
Men tað besta av øllum er, at øll hesi ungu – heili 51 í tali hava øll ein leiklut í einum stórum leiki, har tað ikki kann umgangast at mennast málsliga, tónleikaliga, dramaturgiskt, tøkniliga og á so mangan annan hátt – Bert tað at standa á palli, sum er so mennandi! Og so ikki um at tala samanhaldið.
Enn ein frálíkur leikur frá hesum kønu hondum í Fuglafirði!
Flott! Stóra takk fyri, at tit gera so nógv burturúr!
Leikurin verður sýndur 31.03.22. – 01.04.22. kl. 19.00 – 03.04.22. kl. 15.30 og kl. 19.00.

























































































