Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hilda Kjølbro einalærari í Haraldssunds skúla

skulabladid.fo

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Hildu Sjúrðardóttur Kjølbro í tíðaravmarkað starv sum einalærari í Haraldssunds skúla frá 1. august 2025 at rokna.

 

Hilda er 49 ára gomul og býr á Viðareiði. Hon tók læraraprógv á Fróðskaparsetri Føroya í 2012. Harumframt hevur hon eisini útbúgving sum føðsluatstøðingur frá Hotel- og Resturantskolen í Keypmannahavn.

Hilda hevur drúgvar undirvísingarligar royndir bæði í fólkaskúlanum, í Húsarhaldsskúla Føroya og á matvøruútbúgvingini á Tekniska skúla í Klaksvík.

Síðani september 2024 hevur Hilda røkt farloyvisstarvið sum einalærari í Haraldssunds skúla.