Teir syngja í Sambýlinum á Heygnum í dag kl. 15 og eisini á Biskupstorgi kl. 17.
Talan er um mannskór við 12 bøndum, sum koma úr bygdaløgum við Reykjavíkarleiðina.
Hetta bónda- ella hirðakór, Smalakórinn, hava sungið saman í rúma tíð sum kór, eisini sum einstaklingar og saman við øðrum kórum.
Teir flestu búgva úti á landinum – nakrir teirra í Kópavogi, vinarbýi Klaksvíkar.
Sum liggur í orðinum, eru teir bøndur, summir hava seyð, aðrir ymiska grøði, kalkun og enntá er onkur teirra tað, teir kalla ferðabøndur.
Jú, hetta er áhugavert mannskór, sum kom til Føroya í gjár, syngur í Klaksvík í dag, og verða so eisini at hoyra á Ólavsøku.
Kórleiðari er Andri Þór Getsson.



