Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hitafallið páskamorgun

Hanus Kjølbro

Seinasta sunnumorgun fall hitin í Føroyum rættiliga nógv. Vit høvdu havt eitt luftrák til Føroya av leiðini sunnan fyri Hvarvið, men páskamorgun fór luftpumpan – t.e. lágtrýstið í Norskahavi – eitt sindur frá okkum norðureftir, og tað fór at draga luft av Norðpólinum ímóti okkum ístaðin. Sunnan fyri Hvarvið var hitin í luftini um 6-7 stig, meðan hitin í luftini í Norðurgrønlandi var -23 stig.

Her í Føroyum merktu vit ógvuliga væl til hetta luftskiftið, og allar veðurstøðir Landsverks máldu stóra mun í hitanum í luftini hesa løtuna.

Her verður hugt at tølunum við veðurstøðina við Dalavegin til Viðareiðis, sum er norðasta mátistøðin hjá Landsverki – sí myndina niðanfyri.

Klokkan 07.25 vóru máld 7,6 stig; klokkan 19.35 vóru máld -6,9 stig.

Hetta er eitt fall í hita à 14,5 stig í 12 tímar og 10 minuttir, ella 1,2 stig um tíman í miðal í eitt hálvt samdøgur.

Fallið í hitanum var tó ikki javnt. Tíðarskeiðið frá 07.25 til 08.55 fall hitin úr 7,6 stigum niður í 0,8 stig. Hetta eru 6,8 stig í 1½ tíma (4,5 stig/tíma).