Lestrarvegleiðingin á Tekniska skúla í Klaksvík hevur opið í kvøld frá kl.18 – 20, har umsøkjarar og foreldur eru vælkomin at fáa vegleðing.
Høvið verður at fáa kunning um skúlan og at fáa hjálp við umsóknarblaðnum.
Síðsta freist at søkja inn á Gymnasialu Tøknibreytina, Yrkisnám og Serbreytina er týsdagin 15.mars.
Kaffi og okkurt til góman verður at fáa!



