Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hitt ein lestrarvegleiðara!

Tíðindaskriv

Hósdagin 12. mars 2020 ber til at hitta ein lestrarvegleiðara á Klaksvíkar bókasavni og fáa vegleiðing innan lestur, læru og arbeiðsmøguleikar.

Hósdagin 12. mars eru vegleiðarar at hitta á bókasavninum. Her verður møguleiki at tosa um tínar framtíðarætlanir.

Støkk inn á gólvið millum klokkan 15.00 og 18.00 og vita hvørjir lestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar eru – og fá at vita hvussu stuðulsviðurskiftini eru!

Ikki er neyðugt at bíleggja tíð, ein møtir bara upp. 

 

Um Vegleiðingarstovuna 

Útbúgvingar- og arbeiðsviðurskifti broytast støðugt, og tað setur stór krøv til, at borgarar kunnu fáa dygdargóða vegleiðing um útbúgvingar- og vinnumøguleikar.

Tílík karrieruvegleiðing eigur at verða lætt atkomilig hjá øllum borgarum í Føroyum, og brúk er fyri eini meira samanhangandi vegleiðingarskipan, sum ger gagn av vitan og førleikum, sum í dag liggja meira og minni avbyrgd úti á skúlum, hjá myndugleikum, stovnum og øðrum runt í landinum.

Høvuðsuppgávan hjá Vegleiðingarstovuni er, at geva dygdargóða vegleiðing innan útbúgvingar- og vinnumøguleikar.