Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Hitt íverksetararnar

Dávur Winther

Íverksetarahúsið bjóðar inn til prát, framløgur og kaffi – Opið hús frá kl. 15 – 18. framløgur kl. 16.

Frágreiðing um tiltakið:

Á skránni verður ein góður drekkamunnur og fýra stuttar, spennandi framløgur frá nøkrum av íverksetarunum, sum húsast í Íverksetarahúsinum. Framløgurnar byrja klokkan 16:00.

Íverksetararnir fara m.a. at greiða frá:

Síni bakgrund
Hvat tey arbeiða við til dagligt
Hvat tær tænastur og loysnir tey bjóða
Tey, sum hava framløgur, eru:


–  Dávið Klein Sundsskarð, stjóri í fyritøkuni Minteo

–  Sólgerð Andreassen, rithøvundur og týðari

–  Martin Rauff Dahl, stjóri og stovnari av fyritøkuni Sterk

–  Elin Neshamar Olsen, málfrøðingur

Eftir framløgurnar verður netverkan og høvi at práta við íverksetararnar í hugnaligum umhvørvi.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Íverksetarahúsið! Týsdagin, 17. februar 2026 – Kl. 15.00 – 18.00 
á Garðavegi 57