Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hittu borgarstjóran í Vilnius

Jóhann Lützen

Í dag hittust borgarstjórin í Vilnius, Remigijus Šimašius, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, saman við Tummasi Lervig, formanni í KÍ. Teir vóru komnir til Vilnius fyri at stuðla fótbóltsfelagnum úr oyggjunum í dystinum ímóti Žalgiris Vilnius um kvøldið. Skorheim fegnaðist um, at hann var komin nakrar dagar frammanundan og tí fekk tí at kanna gamla býin í Vilnius betur, og honum dámdi stak væl. Dysturin millum Žalgiris og KÍ endaði við 1-1 javnleiki. Žalgiris heldur tí fram í kvalifikatiónsumfarinum hjá UEFA. Shimašius og Skorheim tosaðu um avbjóðingarnar í báðum býunum, politisku støðuna, fíggjarviðurskifti, stóru verkætlanirnar síðstu árini, ferðavinnuna og sjálvandi um ítrótt.