Leygardagin hittust næmingar sum byrjaðu í 1972 í flokkunum 1. A og 1. B.
Byrja varð í Christianskirkjuni, har listaverkini blivu víst fram og Sjúrður Sólstein greiddi frá og ein stutt andakt bleiv hildin.
Hereftir varð fari til gongu oman á terassuna við Mollys, til lættari ábit við svala og síðan í Nólsoyarpálsgarðin, har Heri Ellingsgaard tók í móti og greiddi frá.

Um kvøldi varð borðhald og fólk høvdu sum vera man nógv at tosað um, og minnast aftur á frá skúlatíðini.




