Hann fyllir 48 ár í august.
Hjálmar Hátún sat á toftini á Klaksvíkingi allar róðrarnar í ár. Hetta er hansara 4. føroyameistaraheitið við Klaksvíkingi.
Sambært Magnusi Norðberg í KVF fyrr í vikuni, so er hann sum 47 ára gamal elsti FM-vinnari hjá 10-mannaførum nakrantíð. Hann fyllir 48 ár í august.
Klaksvíkingur vann allar róðrarnar í ár sum einasti bátur. Hetta er 8. meistaraheitið hjá Klaksvíkingi og øll eru vunnin síðani 2006.



