Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hjálp okkum at savna góðar myndir úr Norðoyggjum

Jóhann Lützen

Nógv fólk duga sera væl at taka myndir og tí vilja vit spyrja pent, um tit vilja senda okkum nakrar av tykkara góðu myndum úr Norðoyggjum. Vit vilja fegin hava myndir úr øllum bygdum, tað kann eisini verða av bø, haga, djórum, ja stutt sagt løtumyndir.

 

 

Tað sum vit ætla við hesum, er sjálvandi at vísa vakurleikan í Norðoyggjum, vit fara at nýta myndirnar til okkara facebook vanga, til heimasíðu og marknaðarføring. 

Vit fara at leggja eina mynd út um dagin – eina sokallaða “dagsins mynd” – og sjálvandi frámerkja vit myndatakaran.

Og so tað praktiska: tit kunnu senda myndirnar til  info@klaksvik.fo, so fara tykkara frálíku myndir, so við og við, at at síggjast á okkara facebook vanga. Tá tit senda okkum myndirnar, geva tit okkum eisini loyvi at brúka myndirnar til marknaðarføring.

Til eitt tílíkt uppslag hoyrir sjálvandi ein mynd við, og hesa hevur Sigrið Mikkjalsdóttir, sum arbeiðir í Norðoya kunningarstovu, tikið.

 

Vinarliga

Visit Norðoy

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann

 

Harleyfacadeacryl