Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hjálparpakki til fíggjarliga sperd

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna

Príshækkingin á gerandisvørum er ógvuslig. Inflatiónin í okkara parti av heiminum er tann hægsta í 40 ár. Her heima vaks brúkaraprístalið við góðum 4 % í februar. Støðan er ikki batnað seinastu mánaðirnar – heldur tvørturímóti.

 

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen spurt landsstýrismannin, um landsstýrið fyrireikar og hevur ætlanir um átøk.
 
Landsstýrismaðurin hevur áður upplýst fyri løgtinginum, at hann ikki hevur ætlanir um nakran hjálparpakka til familjur og pensjonistar, ið eru fíggjarliga sperdar.
 
Fyri kortum hava fleiri, m.a. formaðurin í Búskaparráðnum, mælt til at geva eina hjálpandi hond til tey, ið fíggjarliga eru ringast fyri orsakað av príshækkingunum.
 
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/53066